Í samband við at barna- og ungdómshús letur upp í Nólsoy, verður almenn móttøka í Látrinum.
Látrið hevur higartil virkað sum ein dagstovnur, og nú verður húsið broytt til barna- og ungdómshús og fer at rúma pinkubørnum, børnum og ungum heilt upp til 18 ár.
Tórshavnar kommunu vil fegin vísa hendan stovnin fram og bjóðar í tí sambandi til almenna móttøku, har høvi verður at síggja allan stovnin.
Móttøkan verður í Látrinum í Nólsoy mánadagin 31. august millum klokkan 17 og 19.
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, heldur røðu, og Gudrun S. Hansen, leiðari, vísir stovnin fram.
Ritan fer av Havnini klokkan 16.20 og úr aftur Nólsoy klokkan 18.25.