Randi Jacobsen
Á kommunustýrisfundi mánakvøldið samtykti kommunustýrið á Sandi, eftir tilmæli frá leiðaranum fyri barnagarðin, at víðka um upplatingartíðirnar í barnagarðinum.
Ætlanin er, at foreldur skulu hava møguleikan at lata børnini á stovnin frá kl?06.15 á morgni. ?
Við hesum slóðar Sands Kommuna fyri, at gjørligt skal vera hjá borgarum í Sandoynni við smábørnum at?hava?arbeiði ella?ganga í skúla norðanfjørðs, og kunna møta kl 8 á arbeiðsplássinum ella í skúlanum.
Broytingin í upplatingartíðunum?ger tað møguligt hjá øllum foreldrum at ganga í skúla?norðanfjørðs og búgva heima á Sandoynni, har bíligari er at búgva, enn um tey skuldu leiga íbúð í?meginøkinum.?
Kommunustýrið vónar, at hetta fer at hjálpa ungdóminum at fara undir lestur.