Oddamaðurin í Take That er valdur til besta sangskrivara í Bretlandi - frammanfyri Lennon & McCartney Felagið Onepoll hevur havt eina atkvøðugreiðslu millum bretar um, hvør besti sangskrivarin í Bretlandi er.
Og nakað óvæntað endaði Gary Barlow ovastur á listanum - frammanfyri legendurnar John Lennon og Paul McCartney.
Gary Barlow hevur skrivað nógv av hittunum hjá Take That, og teir sangirnir eru sera væl umtóktir í Bretlandi.
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni hjá Onepoll var annars hendan:
1. Gary Barlow
2. John Lennon
3. Sir Paul McCartney
4. Chris Martin
5. George Michael
6. Bee Gees
7. Noel Gallagher
8. Robbie Williams
9. Sting
10. Kate Bush










