Tann stóri taparin á danska valinum í kvøld, Konservativi Fólkaflokkurin, sær út til at missa helmingin av teimum 18 tinglimunum, sum flokkurin hevur. Men hóast formaðurin, Lars Barfoed, átók sær ábyrgdina, tá hann helt røðu í kvøld, ætlar hann ikki, at tað skal fáa avleiðingar fyri formannin.
-Eg átaki mær ábyrgdina av tapinum, men eg átaki mær eisini gleðiliga uppgávuna at fáa flokkin uppaftur, segði Lars Barfoed.