KOMANDI skerjingar í kvotum koma at raka okkum eisini. Hvussu nógv velst millum annað um okkar dugnaskap at samráðast. Norðmenn hava altíð verið truplir at hava við at gjørt. Avmarkingarnar í Barentshavinum kunnu kanska gera, at nøkur av teirra skipum leggja um til veiðu av øðrum fiskasløgum, ið vit hava ov nógv av ella ikki gagnnýta. Lat okkum vóna tað, tí í Noregi hava vit einki goodwill hjá myndugleikunum.
ØÐRVÍSINI er í Ruslandi. Har hava vit vinfólk og goodwill so tað forslær. Núverandi fiskimálaráðharri hevur mangar vinir her. Russarar vilja vónandi hava meira svartkjaft aftur fyri tosk. Tað mugu teir so fáa - vit gera lítla nyttu av hesum fiski. Samstarvið við Rusland er eitt gott dømi um úrslit av einum langsiktaðum uttanríkispolitikki. Spírin bleiv lagdur fyri einum 25 árum síðan av Atla Dam. Síðan hevur gróð um gangandi fót. Ein kuril var tó á tráðnum, tá føroyingar brutu sáttmálan um Barentshavið, við at føroyskir reiðarar gjørdu trolarar undir hentleikaflaggi út til fiskiskap í loynikrókinum. Tá góvu russarar okkum 4000 tons minni um árið enn vit áttu sambært siðvenju. Hettar var á heysti 1994 so hesi fýra árini hava vit haft 16.000 tons minni, enn vit kundu haft, um vit hildu okkum burtur frá ævintýrinum í loynikrókinum.
IKKI tí tað bleiv varskógvað bæði á hesum stað og aðrastaðni um hesar avleiðingar sum fóru at koma. Einki hjálpti tá. Vónandi hava vit lært, at alt fær konsekvensir við tíðini, tá ið um uttanríkismál ræður.
NÚ fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer, men eitt positivt er tó, og tað er, at svíkir Barentshavið, so verður toskaprísurin verandi á einum høgum støði. Við rímiligum fiskiskapi við heimastrendur er hettar eitt plástur á sárið fyri fiskivinnuna sum heild.