Bardust til seks heiðursmerki

Eina gull-, fýra silvur- og eina bronsumedalju hálaðu føroysku judoíðkararnir heim, tá teir bardust í einstaklingakapping

Tað var hart og kontant. Tað var stutt og greitt. Soleiðis ber til at taka saman um samlaða føroyska avrikið, tá judoíðkararnir vóru á mottuni sunnudagin.

Felags fyri allar íðkararnar var, at teir løgdu bragdliga fyri. Fóru hart í mótstøðumannin, vunnu sær gott tak og honum og syftu hann í gólvi. Teir dystirnir, sum fóru upp um eina minuttin, kundu teljast á einari hond. Ein tilvitaður taktikkur frá judoíðkarunum, um at seta seg sjálvar í respekt frá byrjan. Vísa styrki og at teir ikki óttaðust nakað sum helst.


Drúgt hjá Christoffur

Kappast var í øllum vektflokkum í senn, men um vit byrja í lættasta endanum, so skulu vit til menninar, sum viga undir 60 kg. Har bardist Christoffur Olsen, sum seinastu vikurnar hevur strítt seg niður í vekt fyri at enda í hesum vektflokki. Hansara dystur fyrsti dystur var ein av teimum fáu, sum vardi eina løtu. Hóast hetta hevði Christoffur fult tamarhald á dystinum, sum hann førdi við trimum koka og einum wazari, áðrenn hann vann við hipon, tá hann tveitti mótstøðumannin í gólvi við einum sonevndum “flúgvandi japanara”, har Christoffur legði seg aftur av og tveitti mannin upp um og aftur seg við beinunum.

Næsti dystur hansara var eisini av teimum drúgvu, har Christoffur tó aftur hevði tamarhald á støðuni. Hann vann sær tvær yoku, eina wazari og so aftur eina yoku, áðrenn hann fekk sína næstu wazari og sigurin og finalusessurin var tryggjaður.

Finaludysturin var móti einum íðkara frá Rhodos. Aftur hesaferð var talan um eina dyst av longra slagnum, tá allir fimm minuttirnir vórðu brúktir. Tá avtodnaði hevi maðurin frá Rhodos tryggjað sær eina yoku og eina koka, sum var nóg mikið til at vinna á Christoffur, sum einki kast fekk at sita.


Føroysk finala

Næsti vektflokkurin var –66 kg. Har vóru tvey føroysk umboð í Jógvan Páll Kristiansen og Alex Joensen. Hesin seinni kom víðari uttan dyst, meðan Jógvan Páll syfti sín mótstøðumann út við einum frágera góðum lágum “pick-up”-kasti, har mótstøðumaðurin verður lyftur upp um herðarnar og syftur niður í gólvið.

Í seinna dysti sínum var uppskriftin hin sama sum í fyrra, og hesaferð var tað ein við svarta belti av Rhodos, sum Jógvan Páll Kristiansen sendi niður í gólvið og út úr kappingini. Finalusessurin var tryggjaður, men spurningurin hvør mótstøðumaðurin fór at vera.

Svarið fekst í næsta dystinum, Alex Joensen bardist. Har basti Alex einum manni av Gibraltar, tá hann stranguleraði hann. Áðrenn tað hevði hann eisini skaffa sær eina wazari, og soleiðis gjørdist talan um eina reina føroyska finalu.

Hendan finalan gjørdist eins og teirra undanfarnu dystir lutfalsliga stutt. Alex vann við einum fínum hipon-kasti og fyrsta gullmedaljan var tryggjað.


Beiskt silvur

Í vektflokkinum –73 umboðaðu Hjalmar Johannesen frá Norðskála og Áki Davidsen úr Kvívík Føroyar. Áki tapi sín fyrsta dyst, men vann tann næsta. Tað var nóg mikið til, at hann kundi berjast um aðra bronsuna, men her gjørdist kvívíkingurin ov stuttur.

Hjá Hjalmar gekk nakað betri. Hann kom víðari uttan dyst, í vann síðani á einum manni frá Sarema, tá hann tók hann við tveimum wazari. Síðani var mótstøðumaðurin ein frá Gibraltar. Hesin kom á odda við einari yoku, men Hjalmar svaraði skjótt aftur og sendi mannin í mottuni við einari hipon.

So stóð finalan á skránni. Henda gjørdist ein heldur beiskur biti hjá honum at svølgja. Hjalmar tapti dystin, men var tað eftir serstakliga vánaligt dómaraavrik. Maðurin frá Gibraltar royndi at tveita Hjalmar, sum fekk krøkt beinið í hann, og forðaði kastinum. Haraftrat vóru teir uttan fyri loyvda øki, tá kastað varð. Dómarin ivaðist væl og leingi, men hjálpardómarar hansara lótu sum einki, og so valdi hesin at geva hinum sigurin.


Silvur til Búgva

Einasta umboð okkara í vektflokkinum –81 kg, var Búgvi Poulsen, sum eisini venur judolandsliðið. Hansara fyrsti dystur var ikki stuttur, men Búgvi hevði fullkomið tamarhald á støðuni alla tíðina. Hann legði út við einum koka, fekk mannin í haldigreb og endaði so við einum hipon-kasti, og so var maðurin frá Rhodos liðugur.

Næsti dysturin var ímóti einum frá Guernsey, og har stýrdi Búgvi eisini dystinum og sendi mótstøðumannin út við hipon, eftir at hann framman undan vunnið eina wazari.

Í triðja dystinum stóð Sarema á skránni. Hetta var dysturin um finalusessin, og hann tryggjaði Búgvi sær eftir at hava strangulerað mannin.

Í finaluni bíðaði ein maður frá Prince Edvard Island. Hesin var ikki hvør sum helst, tí higartil í ár hevur hann bart fleiri enn 30 altjóða kappingar. Búgvi megnaði tó at geva honum ein skarpan gang í finaluni, men at enda lúrdi hann Búgva av og sendi hann niður í mottuna.


Bronsa í –90

Petur Sigurð Johannesen og Edvard Johannesen frá ávíkavist Norðskála og Oyrarbakka, luttóku í –90 kg. Báðir vunnu teir sínar dystir skjótt og trygt. Í næsta dysti teirra var støðan øvugt. Teir taptu og komu soleiðis at spæla hvør sína bronsufinalu.

Petur Sigurð átti Gibraltar og vann trygt eftir stuttan dyst við einari hipon. Hjá Edvard gekk straks verri, tí eftir fáum sekundum hevði tað eydnast mótstøðumanninum at syft hann í gólvið til eitt flott hipon, og soleiðis misti hann bronsuna.


Ragnar og finnin

Síðstu finaluna bardist Ragnar við Streym. Hetta var ímóti einum sterkum álendingini, sum eisini umboðar finska landsliðið, og skal við á komandi olympisku leikirnar. Hesin vann rímiliga trygt á Ragnar, eftir at hann hevði roynt seg við kasti og síðani fekk hann í haldigreb.

Dystirnar inntil tá hevði Ragnar hølvað seg fram í finaluna. Fyrsti mótstøðumaðurin varð sendur út við einum “flúgvandi-japanara”, og næsti maðurin reyk eisini tíðliga eftir frálíkt hipon-kast.

Men tað bleiv rakk tó ikki til meiri enn eina silvurmedalju hjá Ragnar við Streym. Eitt úrslit, sum hann tó saktans kann vera errin av, eins og Christoffur Olsen, Jógvan Páll Kristiansen og Hjalmar Johannesen eisini kunna, á sama sum Alex Joensen og Petur Sigurð Johannesen eiga at vera ernir av sínum úrslitum.