Bardust á Oyrarbakka

Sunnudagin skipaði Sunda Judofelag fyri judokapping. Bæði fyri tey, ið eru byrjaði at venja judo í vetur og tey, ið hava verið við eina tíð.

Luttakararnir vórðu býttir upp soleiðis, at tey nýbyrjaðu vóru fyri seg, so tey kappaðust móti javnlíkum og harvið høvdu møguleika at vinna sínar dystir.

Kappingin varð eisini skipað soleiðis, at luttakararnir vórðu býttir í bólkar við trimum luttakarum í hvørjum, soleiðis at øll vunnu medaljur. Hetta metir felagið vera gott fyri børnini at hava viðhvørt, tí í vanligu kappingunum eru tað ofta tey somu, sum vinna heiðursmerki, meðan onnur altíð standa eftir við ongum.

Tey meira royndu børnini og eisini vaksin vóru harumframt við í kappingini, og eisini í teimum bólkunum vóru nógvir góðir dystir.

Stórur áhugi er um tey vaksnu, sum í summar skulu til eitt nú Oyggjaleikirnar at umboða okkum.

Har kundu vit staðfesta, at støðið er á rættiliga góðari leið og venjingarnar sýnast at ganga væl, tí serliga í hesum bólkunum sóu vit sera nógvar góðar og javnar dystir, har úrslitið kundi farið báðar vegir, so spenningurin er stórur til komandi altjóða avbjóðingar.

Næsta judokappingin verður sunnudagin 8. februar á Oyrarbakka, tá eitt regluligt umfar av liðkappingini verður.