Á Ólavsøku byrjar eitt nýtt politiskt ár, og tað merkir, at politiska árið 2013/2014 nú er farið at halla. Í seinnapartsendingini á Rás2 í morgin verður Bárður Nielsen, tingmaður, gestur, og hann fer at greiða frá hvussu hann hevur upplivað politiska árið, sum hevur verið fylt við stríðsmálum, sum til tíðir eisini hava sett samgonguna upp ímóti hvørjum øðrum.
Brátt farna politiska árið hevur verið merkt av fleiri politiskum gølum, ósemjum innanhýsis og rumbul. Á skránni hava millum annað verið málið um Skálafjarðartunnilin, tollmálið og nú er kanningarstjóraarbeiðið farið í gongd, og hevur eisini havt nakrar knútapunktar við sær.
Bárður Nielsen hevur seinastu árini verið formaður í Fíggjarnevndini í Løgtinginum, og sostatt havt ein týðandi leiklut í tingarbeiðinum. Bárður fer í morgin at greiða frá hvussu hann hevur upplivað seinasta árið.
Tað er í morgin klokkan 14.00, at Bárður Nielsen vitjar í rásarúminum.