Bárður spælir ikki aftur í ár

Løgmanssteypið: Lava og Filip eru meldaðir klárir, meðan Hans Jørgen helst er úti

Bárður J. Hansen hevur toygt liðbandið í knænum og spælir ikki aftur í ár. Tað hendi undir venjing mikukvøldið. Tíbetur fyri Víking, so eru Andreas Lava Olsen og Filip Djordjevic meldaðir klárir til finaluna, meðan Hans Jørgen Djurhuus helst ikki verður tøkur.

 

- Tað var ein óskyldig takling, men tíverri hevur Bárður toygt liðbandið í knænum og spælir helst ikki aftur í ár, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.

 

Hans Jørgen Djurhuus er meiri enn ivasamur til finaluna. Hann bleiv skaddur í oddadystinum móti B36, og tað er ósannlíkt at hann spælir.

 

Hinvegin, so eru Andreas Lava Olsen og Filip Djordjevic meldaðir klárir. Teir hava báðir havt skaðar at dragast við, men Sigfríður Clementsen sigur, at teir eru tøkir til finaluna.

 

Finalan um Løgmanssteypið verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og NSÍ.