Bárður Olsen váttar fyri Sosialinum, at hann hesa vikuna skal venja við NSÍ. 29 ára gamli miðvallarin er sáttmálaleysur, eftir at hann seinastu tvey árini hevur spælt við AB.
- Eg skal venja við NSÍ hesa vikuna. So taki eg tað harfrá, sigur Bárður Olsen við Sosialin í dag.
NSÍ hevur trupulleikar á miðvøllinum, nú Haraldur R. Højgaard helst ikki spælur aftur í fyrru hálvu.