Gullradio: Teitur Joensen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag, har kappingarárið hjá HB var sett undir luppin.
Teitur Joensen fanst at, at miðvallarin Bárður Olsen verður alt ov nógv undirmettur fyri sín leiklut á HB-liðnum. Annars høvdu hann og Tróndur Arge nógv góð orð at bera HB-hópinum, og venjaranum, Oddbirni Joensen fyri avrikið farna kappingarárið.
Tað ber til at hoyra fótbóltskjakið undir myndini. Kjakið er 31 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið, at tann bláa strikan verður lisin inn.










