Bárður og Milja best av teimum ungu

Milja Simonsen úr HB og Bárður Hansen úr Víkingi vunnu í kvøld heiðurin sum ársins ungi spælari

Ein av mest spennandi atkvøðugreiðslunum plagar at vera tann, har ársins ungi spælari skal finnast. Hvørt ár eru fleiri evnaríkir spælarar, sum fáa sítt gjøgnumbrot, og tí er altíð spennandi at vita, hvør teirra hevur fingið størsta gjøgnumbrotið.

 

Her fall valið hjá kvinnunum á Milju Simonsen úr HB, sum vann heiðurin í kapping við Margunn Lindholm og Arnborg Lervig.

 

Hjá monnum fall valið á Bárð Hansen hjá Víkingi. Hann vann heiðurin í harðari kapping við Árna Frederiksberg og Hørð Askham.