Bárður Nielsen: Koyr hasa nevndina til hús!

– Tað er systematiskt svans sum gongur fyri seg í Landsbankanevndini, heldur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum mælir til, at ruddað verður upp í almennum nevndum og ráðum

–Tað er systematiskt svans sum gongur fyri seg í Landsbankanevndini, heldur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum mælir til, at ruddað verður upp í almennum nevndum og ráðum. Fyri at skapa fordømi heldur hann, at nevndin í Landsbankanum skal sendast til hús

 

– Tað er systematiskt svans sum gongur fyri seg í Landsbankanevndini. Einasta rætta er at koyra nevndina til hús. Tí lata vit hetta ganga, hvat verður so tað næsta, spyr Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

 

Bárður Nielsen leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann ger viðmerkingar støðuna, nú nýggja nevndin í Landsbankanum hevur avgjørt at geva sær sjálvari hægri samsýnining, enn Fíggjarmálaráðið og landsstýriskvinnan vilja.

 

– Vit hava so mangan tosað um at rudda upp í øllum hesum nevndum og ráðum sum eru. Tað gjørdu vit eisini í landsstýrinum, tá Jóannes Eidesgaard var løgmaður. Nú hava vit so eitt konkret dømi, har ein nevnd ger beint ímóti tí, sum landsstýriskvinnan vil. Tey siga bara, at »vit leggja líka í, hvat landsstýriskvinnan sigur, vit seta okkara egnu samsýning.«

 

– Men tað ber ikki til, sigur Bárður Nielsen.

 

– Um vit lata hatta ganga, hvat verður so tað næsta? spyr hann.

 

Nevndin í Landsbankanum hevur gjørt av, at formaðurin skal hava 16.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 12.000 krónur og nevndarlimir 8.000 krónur um mánaðin.

 

Fíggjarmálaráðið mælti til, at tølini vóru 10.000 til formannin, 7.000 til næstformannin og 6.000 til nevndarlimir.

 

Men heldur Bárður Nielsen, at upphæddirnar, sum nevndin hevur ásett sær eru ov høgar?

 

– Ja, í mun til arbeiðisbyrðunum, so eru samsýningarnar ov høgar, sigur hann.

 

Bárður Nielsen vísir át, at um vit veruliga meina nakað við tað – og tað væntar hann, at øll tann politiska skipanin er samd um, so eigur at ruddast upp, tí tað eru ov nógvar nevndir og ráð.

 

– Tað vísir seg bara, at fara vit at pilka við tað og tosa um at leggja niður nevndir og ráð, so siga fólk, sum sita í hesum nevndum, at júst teirra nevnd hevur so stóran týdning og kann ikki leggjast niður, tí teirra arbeiðið er lívsneyðugt. Men eg haldi, at tann politiska skipanin er sinnað at broyta hetta.

 

– Tí egia vit at siga, at hetta er ein farin tíð við øllum hesum nevndunum. Tí kundu vit lagt nakrar nevndir saman og lagt uppgávurnar saman. Tí hvør sigur, at tað skal sita ein heil nevnd til hvørjar av hesum uppgávum, spyr Bárður Nielsen.

 

– Tí kunnu vit akkurát tað sama klaska nakrar nevndir saman og broyta uppgávurnar. Tað má kunna bera til at samsjóða tingini, hvør av nevndunum hevur fleiri uppgávur, heldur Bárður Nielsen.

 

Lesið eisini viðmerking frá honum VIÐ AT TRÝSTA HER