TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum er gjørd við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara beint aftaná, at finaluplássið hjá manslandsliðnum í flogbólti gjørdist veruleiki, aftaná 3-1 hálvfinalusigurin á Álandi.
Bárður slær fast, at við finaluplássinum er málið rokkið hjá liðnum, og teir kunnu nú spæla ímóti Saaremaa í finaluni uttan nervar.
Bárður er fegin um hvussu liðið vendi mótgongdini. Fyrst við einum taptum setti, og einum tungum triðja setti, har tað akkurát koppaði rætta vegin hjá føroyska liðnum, fyri síðani at seta alt uppá pláss í fjórða setti.