Bárður í uppskoti til virðisløn hjá Útnorðurráðnum

Flata kaninin er í uppskoti til barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurráðnum

 

Tríggjar bøkur eru tilnevndar til virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Føroyska nevndin, sum tilnevnir til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir, hevur valt at tilnevna barnabókina, Flata Kaninin, eftir teknaran og rithøvundin, Bárð Oskarsson, til virðislønina í 2014. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókin út.  

Hetta er sjeyndu ferð, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir. 

Virðislønin verður handað annað hvørt ár.

 Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar. Í august í 2014 verður virðislønarvinnarin kosin, og hann fær 60.000 danskar krónur. Í hvørjum landi er ein nevnd, sum tilnevnir eina bók.

Tann grønlendska nevndin hevur tilnevnt Den magiske kasket eftir Kathrine Rosing. 

Íslendska nevndin hevur tilnevnt bókina Tímakistan eftir Andri Snær Magnuson.

Flata kaninin er søga um ein hund og eina rottu, sum finna eina flata kanin mitt á vegnum. 

- Við hesi stuttu og listilærdu bók fortelur Bárður Oskarsson okkum søguna um, hvat tvey so ymisk sum ein hundur og ein rotta gera, tá ið tey finna eina flata kanin, sigur nevndin, sum hevur tilnevnt bókina. 

- Hesin absurdi leikur, henda flata søgan, er merkisverd og tankavekjandi. Tá ið vit hugsa um tað, so hava vit jú øll møtt onkrari veru, sum er fløt, sigur nevndin.