Bárður hevur skrivað undir við barndómsfelagið

29 ára gamli vongverjin fer at spæla við Víkingi í hvussu so er fram til kappingarlok í 2022

Í kvøld boðar Víkingur frá, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, sum ber við sær, at Bárður J. Hansen fer at spæla við Víkingi í hvussu so er fram til kappingarlok í 2022.

 

Bárður J. Hansen er vongverji í høgru. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi í 2008, sum var fyrsta árið hjá fusioneraða felagnum hjá teimum í Leirvík og Gøtu ella í Eysturkommunu.

 

Higartil er 29 ára gamli Bárður J. Hansen sambært faroesoccer skrásettur at hava spælt 264 landskappingardystir í bestu deildini. Tað eru bara tveir av teimum, sum nú eru við til at manna besta liðið hjá Víkingi, ið hava spælt fleiri dystir enn so. Teir eru Atli Gregersen (368) og Sølvi Vatnhamar (323).

 

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Bárður Hansen og Víkingur hava longt sáttmálan við einum árið. Bárður, sum er úr Norðragøtu, kom heim aftur til okkum áðrenn kappingarbyrjan í ár, eftir nøkur ár í NSÍ. Eftir at hava drigist við nakrar skaðar fyrr í ár, er Bárður við at koma fyri seg, og hansara styrkir eru longu komnar til sjóndar, nú hann hevur spælt á høgra bakki seinastu dystirnar.

 

Við heili 264 dystum í Betri deildini, telist Bárður millum royndastu leikararnar í hópinum.

 

Vit gleða okkum at síggja meira til Bárð, og fegnast sjálvsagt um, at hann hevur valt at halda fram í ljósabláu blusuni.