Bárður Hansen skaddur

Royndarvenjingin hjá Bárði J. Hansen vardi í 40 minuttir

Bárður Jógvansson Hansen skuldi hesa vikuna royndarvenja við sevnska felagnum, Gelfe. Tíverri fyri høgra bakkin, so bleiv talan bara um 40 minuttir av royndarvenjing, tí hann bleiv skaddur.

 

Les eisini:Víkingur til Allsvenskuna

 

Víkingarspælarin rendi saman við einum málverja, og tvey rivjabein klovnaðu. Bárður er nú aftur í Føroyum og má binda frið í nakrar vikur, áðrenn hann kann venja vanligt aftur.

 

Í løtuni er óvist um nakað spyrst burturúr royndarvenjingin, tí felagið hyggur nú eftir einum øðrum høfra bakki, hóast Bárður Hansen kom væl frá teimum 40 minuttinum hann var við.