Bárður J. Hansen heldur fram í Víkingi komandi tvey kappingarárini. Tað boðar heimasíðan hjá Víkingi í kvøld frá.
Tað hevur annars ljóðað, at feløg sum KÍ og NSÍ hava ligið framvið eftir dugnaliga bakkinum, umframt at eitt skifti uttanlands fyrr í summar var uppá tal. Men nú hevur Bárður J. Hansen skúgvað allan iva til viks, tá hann hevur longt sín sáttmála við Víking fyri komandi tvey kappingarárini.
Víkingur.fo skrivar í kvøld:
Bárður Hansen og Víkingur hava longt samstarvið sínamillum við tveimum árum. Tað er einki at dylja yvir, at nýklakti landsliðsleikarin hevur stóran týdning fyri víkingaliðið, og góðu gongdina vit hava havt tey seinastu árini. Hóast ungan aldur, hevur Bárður leikt 207 dystir á fyrsta liði Víkings, og hevur hann skotið 17 mál. Bárður telist millum bestu bakkar í Føroyum, og hevur hann við sínum skjótleika, hegni og bóltførleika lagt upp til mong mál.
Víkingur fegnast yvir longda samstarvið, og ynskir Bárði tillukku, og góða eydnu framyvir.