- Eg havi fingið bæði telefon og mappu aftur.
Bárður Olsen, sum bleiv føroyameistari við HB, er fegin um, at telefonin og mappan eru komin aftur í aftur.
Telefonin og mappan hvurvu annars, tá ið tey hátíðarhildu FM heitið í HB húsinum sunnukvøldið og tá duldi hann ikki fyri, hvussu argur hann var, at tað ikki skuldi bera til at leggja nakað frá sær, uttan at tað skuldi verða stolið.
Síðani hevur hann sóknast eftir horvnu lutunum og nú hevur tað borið frukt.
- Eg havi fingið alt aftur, púra óskalað, sigur hann.
Hann er sannførdur um, at talan var ikki um tilvildaðan og illviljaðan stuldur.
Heldur var talan um eitt ”hendiligt fullamansóhapp” sum hann málbar seg.
Hann sigur, at fólkið, sum hevði lutirnar hjá honum, ringdi sjálvt til hansara at boða frá og at málið er avgreitt í øllum góðum.