Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ið sum løgmaður siti við initiativinum at samráðast um nýggja stjórn.
– Eg havi sagt við Aksel, at um hann ætlar at samráðast uttan um okkum, so skal hann bara siga frá, so lati eg mandatið frá mær, sigur Báður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at ynskir Aksel V. Johannesen hinvegin at samráðst við Sambandsflokkin og Framsókn, so er ikki neyðugt, at hann letur initiativið frá sær.
– So samráðast vit bara, og so lati er Aksel leiða samráðingarnar, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Bárður Nielsen sigur, at hevur pappírið klárt at senda løgtingsformanninum, og at hann bara bíðar eftir boðum frá Aksel V. Johannesen.
Hann sigur víðari, at hann veit ikki, hvat er í gongd, men hann gitir, at Javnaðarflokkurin skal taka støðu til, um hann skal samráðast saman við Framsókn við Sambandsflokkin ella Tjóðveldi.
Spurningur er so, hvat Framsókn vil. Valkvøldið tosaði Ruth Vang um at skipa ein stjórn um miðjuna, sum kann merkja, at hon hevur meira hug á Sambandsflokkinum enn Tjóðveldinum.
Aksel V. Johannesen hevur eisini í valstríðnum fleiri ferðir sagt, at Javnaðarflokkurin einki hevur ímóti at samstarva við Sambandsflokkin – og at samstarvið við Tjóðveldi og Framsókn eisini var sera gott.
Tí bendir okkurt á, at tað verður Framsókn, sum ger av, um tað verður Tjóðveldi ella Sambandsflokkurin sum skal samráðast um landsstýrið við Javnaðarflokkin og Framsókn.
Og Sambandsflokkurin fer fegin í eina samgongu við Javnaðarflokkin og Framsókn, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Tað stutta av tí langa er, at Bárður Nielsen bíðar bara eftir boðum frá Aksel V. Johannesen, og sigur hann, at hann fer at samráðast við Framsókn og Tjóðveldi, so letur Bárður Nielsen samráðingarinitiativið frá sær alt fyri eitt.
– Eg bíði ikki ein minutt, sigur hann.











