Bárður Dal Christiansen: Vit kunna ikki bara stara inn í okkara egna nalva

Bárður Dal Christiansen stendur fyri ólavsøkuframsýningini í ár

- Bárður hvat leggur tú dent á við hesi Ólavsøkuframsýningini?

 

- Eg ynskti fyrst og fremst at royna okkurt nýtt. Nú hava vit júst havt eina framsýning, har tað hevur verið ein úrvalsnevnd, ið hevur valt út listarverk. Eg havi gjørt tað øvugta. Eg havi valt fólk út. Kanska tað er eitt sindur í stríð við siðvenjurnar hjá ólavsøkuframsýningi. Men tá mann sær framsýningina, so gevur tað meining. Eg havi havt eina greiða mynd í høvdinum allatíðina. 

 

- Hvørji tema eru umboðað á hesi framsýningini?

 

- Eg havi blandað eitt vakurt blómutyssi við fleiri ymiskum sjangrum og listaverkini eru úr Føroyum, Danmark og nøkrum londum afturat. Øll listaverkini hoyra undir sjangruna "Skøra".

 

Hvussu hava fólk tikið ímóti ólavsøkuframsýningini?

 

- Eg havi fingið nógvar persónligar positivar afturmeldingar. Sjálvandi eru tað mong, ið ikki dáma at siðvenjurnar verða brotnar. Eg haldi væl at mann kann bróta nakrar siðvenjur. Alt nýtist ikki altíð at verða tað sama. Eg helt tað vera upplagt at gera framsýningina ørðvísi enn várframsýningina. Tað er so sjáldan, at vit hava møguleika at fáa tilfar uttanifrá, so eg haldi at mann skal takað av tá møguleikin uppstendur. Vit kunna ikki bara stara inn í okkara egna nalva.