Áðrenn tunnilsmálini koma til aðru viðgerð í løgtinginum ein av næstu døgunum, so kemur helst eitt felags útspæl frá anstøðuni saman við teimum báðum tingmonnunum í samgonguni, Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum og Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum.
Tað siga keldur hjá in.fo.
Sum in.fo skilir støðuna, so hava umboð fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin tosað saman við Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen við tí endamáli at samansjóða uppskotini hjá andstøðuni við uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárð Nielsen, sum enn ikki er komið á tingborð.
Tey fýra uppskotini, sum higartil eru komin frá andstøðuni, líkjast nógv. Meðan uppskotið hjá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum tengja Sandoyartunnilin uppí, so ger uppskotið hjá Framsókn ikki tað. Heldur ikki uppskotið hjá teimum báðum úr samgonguni, sum vilja nýta virðið á verandi undirsjóvartunlum sum eginpening í nýggja felagnum, uttan at gjaldið fyri at koyra gjøgnum teir tunlarnar skal ávirkast av, at Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verða gjørdir.
Eydnast tað andstøðuni og teimum trimum samgongumonnunum at finna semja, so kann talan verða um eina semju, sum bæði Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu kunnu taka undir við. Tað merkir so, at landsstýrissamgongan kann koma í minniluta í einum prinsippiellum máli – og tað merkir so eisini, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, má gjalda teimum fýra monnunum handan Copenhagen Infrastrukturs Partnes eina millión krónur, sum hann hevur bundið seg til, um tað ikki eydnast honum at fáa løgtingið at samtykkja eina lóg, sum hvørki løgtingið ella almenningurin fær nakað sum helst at vita um.
Enn er ikki greitt, um rættarnevndin verður liðug at viðgera málini, so tingfundur kann ásetast týsdagin. Verður málið ikki samtykt innan leygardagin komandi, so fellur hamarin, og landið má rinda milliónina, sum Kári P. Højgaard hevur lovað danska felagnum – um arbeiðsgevarin hjá landsstýrinum og Kára P. Højgaard, Føroya Løgting, ikki samtykkir uppskot hansara.