Tað er týska blaðið, Die Zeit, og Radio Bremen, sum hvønn mánað velja bestu bókina, og hesa ferð var tað altso barnabókin hjá Bárði, sum fekk heiðurin.
Á týskum eitur bókin Das Platte Kaninchen, og varð hon send á marknaðin í februar mánaði. Ummælini hava verið sera góð, og við Kringvarpið segði Bárður, at ein heiður av hesum slagnum sjálvandi kann verða ein góð lopfjøl. Bæði til stóra týska marknaðin, men so sanniliga eisini í restini av Europa.