Bárður aftur á gamlar gøtur

Manslandsliðið: Líkt er til, at Bárður á Reynatrøð fær kjansin á sama staði, sum hann fekk debut

Mynd: (Tróndur Arge) Bárður á Reynatrøð á Toše Proeski leikvøllinum í Norðurmakedónia

Tá Føroyar í mars mánaði í fjør taptu 1-0 móti Norðurmakedónia í Skopje, var tað samstundis fyrsti dysturin hjá Bárði á Reynatrøð millum stengurnar. Í morgin er líkt til, at Bárður á Reynatrøð fær kjansin aftur Toše Proeski leikvøllinum.

 

Teitur M. Gestsson sat uttanfyri við skaða til venjingina í dag og ábendingarnar siga, at hann verður ikki tøkur til dystin í morgin. Tað var søga, tá óreyndi Bárður á Reynatrøð stóð í mál móti Norðurmakedónia seinast, men hesa ferð er talan um tíggjunda landsdystin.

 

Sjálvur minnist leirvíkingurin væl aftur á fyrsta dystin hjá sær, sum eisini var ein venjingardystur. Føroyska landsliðið hevði spælt javnleik 1-1 í Moldova frammanundan.

 

- Eg minnist tað, sum nakað stórt. Eg var spentur og vit kundu tað sama havt fingið ein javnleik, segði Bárður á Reynatrøð í stuttari viðmerking til venjing í dag.

 

Hetta var tó aðru ferð, at Bárður á Reynatrøð spælir landsdyst á Toše Proeski leikvøllinum. Hann var málverji hjá U21-landsliðnum, sum í 2022 vann 1-0 á Norðurmakedónia í EM-undankappingini.

 

Sostatt er ein broyting liðnum, sum vit gittu í gjár. Enn er ógreitt um Hallur Hansson verður klárur og um hann skal byrja.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1) Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Noah Mneney, Meinhard E. Olsen – Petur Knudsen

 

##ms##

 

Mynd: (Tróndur Arge) Bárður á Reynatrøð á Toše Proeski leikvøllinum í Norðurmakedónia