Bárður á Lakjuni & People in Orbit í Tøting

Leygarkvøldið 15. Mars kl. 20.30 í Tøting

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast við dyrnar frá kl. 20.00.

Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.

 

Bárður á Lakjuni:

Eingin sum Cohen, hevur verið heitið á nøkrum minniskonsertum, sum Bárður á Lakjuni hevur havt kring landið.

 

Vit kenna Bárð úr nógvum ymiskum tónleikaligum virksemi, bæði sum partur av bólkum, verkætlanum og sum solistur. Seinastu tíðina hevur hann havt fleiri sera væl eydnaðar konsertir, har hann hevur ferðast í fótasporunum hjá kenda bygdamanni sínum, Niels Midjord sála, ið somuleiðis tulkaði løg hjá Leonard Cohen.

Leonard Cohen var ein sera høgt virdur sangskrivari, sangari og rithøvundur, hann andaðist í 2016.

 

Eftir fleiri áheitanir frá fólki, um at fáa Bárð í Tøting við hesi konsertini, er tað okkum ein gleði at kunngera, at nú verður tað!

 

People in Orbit:

 

Svenski bólkurin People In Orbit, vitjar í hesum døgum í Føroyum, her nakrar konsertir verða á skránni. Vit gleða okkum at fáa hesar framúr dugnaligu tónleikarnar á vitjan.

 

People in orbit, ið merkir "fólk í ringrás" er framfúsni bólkurin hjá Adami Sass. Tey lýsi teirra tónleik nakað soleiðis;

Elektroniskt møtir akkustiskum, kaos møtir ró, og tað fríða møtir tí meira skipaða. Gjøgnum øll hesi sløgini av ljóðlandsløgum verða stórbær, frek og uppfinnsom ljóð skapt, sum greitt seta støðið fyri ymisk umhvørvi, persónum og okkara egna undarliga heimi.

 

Svenska blaðið, Orkesterjournalen, skrivaði soleiðis um framførsluna hjá bólkinum á Ystad Svøríkis Jazzfestivali 2022: Eg bleiv fullkomiliga raktur og tikin av bóli, av Malmø-kvintettini, People In Orbit, ið leveraðu eina heilt framúr framførslu.

Um debutplátuna sigur Patrik Lindgren frá svenska jazzblaðnum Lira soleiðis: Adam Sass er 24 ára gamal og leiðir ein av bestu ungu bólkum í Svøríki.