Fótbóltur
Ein spælari, sum hevði stóran týdning fyri bæði West Bromwich Albion og Coventry City, tá hesi liðini vóru uppá tað besta, var Cyrille Regis. Cyrille Regis er føddur í Maripasoula 9. februar í 1958. Tá á døgum lá Maripasoula í tí, sum nevndist Fransk Guiana. Foreldrini itu Robert og Mathilde Regis. Í 1963 flutti Cyrille saman við familju sínari til Onglands. Regis-húskið búði í økinum í London, sum nevnist Portobello Road. Seinni flutti familjan til Stonebridge.
Cyrille var uppaldur sum katolikkur, og gekk hann tí í katólskum skúlum. Tíðliga vísti tað seg, at hann var eitt ítróttartalent, og hann íðkaði bæði frælsan ítrótt, cricket og fótbólt. Í skúlaárunum spældi hann við einum liði, sum eitur Borough of Brent. Talentskótar hjá Chelsea bóru eyga við hann, og bjóðaðu honum eina royndarvenjing, men tíverri fyri Cyrille so drógst hann við ein skaða, júst tá royndarvenjingin skuldi verða.
Tá skúlaárini vóru liðug fór hann at spæla í einari amatør-ligu, sum nevnist “Sunday league football”. Liðið, sum hann spældi við eitur Ryder Brent Valley. Eitt tíðarskeið spældi Cyrille eisini við einum liði, sum æt Oxford & Kilburn Boys. Hetta tíðarskeiðið aftaná skúlaárini lærdi Cyrille eisini til elektrikkara.
Yrkisspælari í 1977
Kappingarárið 1975-1976 spældi Cyrille Regis við einum liði, sum eitur Molesey. Molesey spældi í liguni, sum nevndist Athenian League. Hetta kappingarárið skeyt Cyrille 25 mál.
Hetta kappingarárið fann Cyrille eisini út av, at venjarin hjá Molesey hevði logið fyri sær, at hann ikki kundi fara til eitt annað felag, tí hann var sáttmálabundin. Men Cyrille fann út av, at hann var undir 18 ára aldur, og tí ikki kundi verða sáttmálabundin.
Hetta førdi til, at hann fór frá Molesey, og fór at spæla við Hayes, sum spældu í einari hægri ligu, sum nevndist Isthmian League. Hayes hevði parttíðarsáttmálar við spælarnar. Kappingarárið 1976-1977 skeyt Cyrille Regis 24 mál fyri Hayes. Hetta kappingarárið bar talentskótin hjá West Bromwich Albion, Ronnie Allen eyga við hann. West Bromwich spældi tá í bestu ensku deildini, og viðmælti Ronnie Allen felagnum at skriva undir sáttmála við Cyrille Regis. Leiðslan í West Bromwich ivaðist, men Ronnie Allen segði, at hann kundi leggja ein part av peninginum út fyri Cyrille Regis.
Endin var, at West Bromwich og Cyrille Regis skrivaðu undir ein sáttmála uppá 5.000 pund. Hetta var í maj í 1977. Sáttmálin skuldi hækka við 5.000 pundum aftrat, aftaná at Cyrille hevði spælt teir fyrstu 20 dystirnar.
Ronnie Allen gerst venjari
Stutt aftaná, at Cyrille var komin til West Bromwich, tók Ronnie Allen við venjarastarvinum. Tað byrjaði væl hjá Cyrille. Hann skoraði í sínum fyrsta dysti fyri eykaliðið hjá West Bromwich í einum dysti ímóti eykaliðnum hjá Sheffield Wednesday. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá WBA 31. august í 1977. Talan var um ein dyst í Liga Cup kappingini. WBA vann 4-0 á Rotherham, og Cyrille skoraði tvey mál í dystinum. Tríggjar dagar seinni spældi Cyrille Regis sín fyrsta dyst í bestu ensku deildini. WBA vann 2-1 á Middlesbrough, og Cyrille skoraði eitt minniligt mál. Hann driblaði líka frá miðjuni og til brotsteigarmarkið, har hann skeyt eitt hegnisligt skot í málið hjá Middlesbrough.
Í WBA fekk Cyrille tveir littar liðfelagar, Laurie Cunningham og Brendan Batson. Tá á døgum var ikki vanligt, at eitt lið í Onglandi byrjaði dystin við trimum littum spælarum. Cyrille Regis, Laurie Cunningham og Brendan Batson fingu kelinavnið “The Three Degrees”, og eiga teir sín stóra lut í, at littir spælarar blivu viðurkendir í ensku liguni. Tí tað var alt annað enn lætt í byrjani.
Ókvæmisróp
Cyrille Regis minnist aftur á farnar dagar: - Rasisman var rættiliga sjónlig tá, men eg royndi at venda tað neiliga til nakað jaligt. Eg stríddist meir, og spældi betur. Eg royndi at skora mál, og at vinna stig.
Tá á døgum kundi tú hava túsindtals av áskoðarum hjá mótstøðuliðunum, sum róptu: “Nigger, nigger lick my boots” (Nekari, nekari, sleik styvlum mínum). Tað einasta myndugleikarnar søgdu tá á døgum var, at hetta var ein stór skomm. Meir gjørdu teir ikki við tað. Ikki fyrr enn seinast í 1980-unum, tá herferðin “Kick racism out of Football” (Sparka rasismuna úr fótbóltinum) byrjaði kom vend í.
Tað var enntá so galið, at tá Cyrille Regis var tikin út til enska landsliðið fekk hann eitt grovt hóttanarbræv. Í hóttanarbrævinum var ein byrsukúgla, og ein hóttan, sum var skrivað á ein seðil. Á seðlinum stóð: »Tú fært eina av hesum í títt knæ, um tú gongur eftir grasteppinum á Wembley fyri at spæla fyri Ongland!«
Og hvussu tók Cyrille Regis hetta: - Hvussu kundi eg berjast ímóti slíkum? Jú við mínum talenti.
Yrkisspælari í 19 ár
Tíbetur máttu rasistisku kreftirnar víkja, og Cyrille Regis fekk eina góða og hendingarríka yrkisleið, sum fótbóltsspælari. Árini 1977-1984 spældi hann við West Bromwich Albion. Hann spældi 237 dystir fyri WBA, og skoraði 82 mál. Hetta tíðarskeiðið var hann eisini tikin út til U-21 landsliðið hjá Onglandi har hann spældi 6 dystir og skoraði 3 mál. Hann var eisini tikin út til enska B-landsliðið, har hann spældi 3 dystir, og 5 dystir fyri enska A-landsliðið. Men her fekk Cyrille einki mál.
Í 1978 gjørdist Cyrille Àrsins ungi spælari í ensku liguni, og í 1982 vann hann eina heiðursløn fyri at hava skorið Ársins mál , kappingarárið 1981-1982. Talan var um eitt mál ímóti Norwich City í FA Cup kappingini. Hóast WBA ikki vann nakað heitið, sum lið, so var kortini talan um eitt gott tíðarskeið í søguni hjá WBA.
Árini 1984-1991 spældi Cyrille Regis við Coventry City. Her gjørdist talan um 238 dystir, og 47 mál. Í 1987 eydnaðist tað Cyrille saman við liðnum hjá sær at vinna FA Cup kappingina. Talan var um søguskriving, tí hetta var fyrstu ferð í søguni hjá Coventry, at liðið vann FA Cup kappingina.
Kappingarárini 1991-1993 spældi Cyrille við Aston Villa. Talan gjørdist um 52 dystir og 12 mál.
Síðstu trý árini av yrkisleiðini gjørdist talan um niðurtrapping í lægri deildunum. Fyrst í Wolverhampton, síðani í Wycombe Wanderers, og síðsta kappingárið, 1995-1996 í Chester City. Talan gjørdist um 83 dystir og 18 mál hesi 3 árini.
Samanlagt spældi Cyrille Regis 610 dystir, og skoraði 159 mál, sum yrkisspælari. Áðrenn tað koma so øll málini í deildunum, sum eru undir ensku liguni. Í juni 2008 fekk Cyrille Regis bretska riddarakrossin frá Elisabeth, drotning fyri sína drúgvu tænastu fyri enskan fótbólt. Til stuttleikar kann nevnast, at Cyrille Regis hevur spælt við tveimum liðum, sum hava vitjað Føroyar. Coventry, sum vitjaði í 1979, og Chester City, sum vitjaði Føroyar í 1987.