Stríðið millum fjølmiðlarnar og politisku skipanina er klassisk.
Uppgávurnar hjá fjórðu statsmaktini og hinum trimum eru so ólíkar, sum tær kunnu verða, tá tað snýr seg um umstríddar ella loyniligar upplýsingar.
Umsitingin og lóggávuvaldið skulu halda tætt, tá tey hava fingið vitan ella upplýsingar í trúnaði, meðan fjølmiðlarnir kenna sína uppgávu sum at fáa hendur á øllum upplýsingum, sum hava samfelagsligan týdning - eisini um hesar upplýsingar eru ætlaðar at verða loyniligar fyri almenninginum.
Mest aktuella dømið er uppritið í fullveldismálinum, sum er latið uttanlandsnevndini í trúnaði. Tað er ikki ætlanin, at fjølmiðlafólk ella almenningur skal hava innlit í hetta upprit, tí uttanlandsnevndin skal sleppa at viðgera tað í friði og náðum. Tá hendan viðgerð er liðug, verður uppritið alment.
Klassiska stríðið um upplýsingar hevur eisini verið aktuelt í hesum máli. Fjølmiðlarnir hava borið upplýsingar úr uppritinum, og hesar upplýsingar hava eftir øllum at døma verið álítandi.
Løgmaður heldur seg hava staðfest, at Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur likið upplýsingar úr uppritinum, og hann kærdi tí sambandsmannin fyri formansskapinum í løgtinginum. Heðin Mortensen vísti øll ákærunum aftur, og segði seg bara hava sagt tað, sum hevur verið alment. Løgtingsformaðurin helt einastu loysnina á málinum verða, at løgmaður meldaði Heðin Mortensen til løgregluna, men tað vildi Anfinn Kallsberg ikki.
Við at kæra Heðin Mortensen fyri formansskapin hjá løgtinginum hevur løgmaður onkursvegna vátta, at tað, sum Heðin Mortensen varð siteraður fyri í Dimmalætting, stendur í uppritinum. Og so er spurningurin hvør hevur gjørt seg meira inn á trúnaðarstemplið...
Boðberin skal
ikki skjótast
Maðurin, sum tey flestu munnu tvinna saman við fulveldismálið og tað loyniliga uppritið, er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.
Hann hevur roynt báðar leiklutirnar, bæði sum umboð fyri fjølmiðlarnar og nú sum politikkari. Hann skilir væl, at fjølmiðlarnir royna at fáa fatur á upplýsing úr uppritinum.
- Tað skulu fjølmiðlarnir gera. Teirra uppgáva er at fáa fatur á øllum upplýsingum, sum teir halda almenningurin hevur áhuga í, og sjálvt um vit politikkarar halda hetta verða óheppið, so nyttar einki at leggja eftir boðberanum, sigur Høgni Hoydal.
- Føroyskir politikkarar hava alt ov ofta hug at skjóta boðberan. Um fjølmiðlarnir fáa fatur á upplýsingum, sum eru latnar í trúnaði, skulu teir meta um, um tað hevur almennan áhuga at upplýsingarnar verða kunngjørdar.
Høgni Hoydal heldur ikki, at fjølmiðlarnir skulu virða trúnaðarstemplið, sum er sett á uppritið í fullveldismálinum, men tað skulu teir politikkarar gera, sum hava fingið uppritið.
- Tað hevði harmað meg almikið, um ein fjølmiðil hevði almanngjørt uppritið nú, men tað hevði eg ikki lastað teimum fyri. Hinvegin hevði tað skapt ein trupulleika hjá politikkarunum, tí teir sum hava fingið uppritið, eiga at halda tað fyri seg sjálvar.
- Eg eri fegin um, at løgtingsformaðurin hevur gjørt øllum greitt, at tað er álvarsmál at bróta trúnaðin.Trúnaðarstemplið er sett á uppritið, fyri at uttanlandsnevndin skal fáa frið at viðgera málið. Tá viðgerðin er liðug, verður uppritið alment, sigur landsstýrismaðurin.
Niðursetandi fyri skipanina
Jenis av Rana er ein av teimum politikkarunum, sum hevur uppritið í fullveldismálinum, og tað skapar ongar trupulleikar hjá honum.
- At trúnaðarstempul er sett á uppritið, ger tað so sera einfalt, tí so er tað latið mær í trúnaði, og eingin fær nakrar upplýsingar úr tí frá mær, sigur løgtingsmaðurin og kommunulæknin, sum er vanur við trúnaðin frá sínum dagliga yrki.
Allir limirnir í uttanlandsnevndini hava fingið uppritið, og teir hava fingið loyvi frá formanninum í nevndini at kunna tingbólkin um tað, men sjálvt uppritið skal ikki latast víðari.
- Eg skilji væl, at fjølmiðlarnir royna at fáa upplýsingar úr uppritinum, og tað síggi eg einki forgjørt í. Tað geri eg hinvegin, um tað eru politikkarar sum leka. Slíkt kann eg ikki taka, sigur Jenis av Rana.
- Tað er ein spurningur um at virða trúnaðin, og fer tað at leka við upplýsingum, sum eru latnar í trúnaði, so skapar tann, sum lekur, ein stóran trupulleika fyri politisku skipanina. Hetta snýr seg um at virða parlamentarismuna, og letur onkur slíkar upplýsingar, er tað at niðurgera hana.
Jenis av Rana sigur seg ikki hava fingið nakra áheitan frá fjølmiðlunum um at lata upplýsingar úr uppritinum.
- Við hvørt skulu mál viðgerast í friði, og fullveldismálið er eitt gott dømi um tað. Tað verður útlagt, sum um vit royna at fjala nakað, men tað gera vit ikki. Vit viðgera málið í friði, og tá viðgerðin er liðug, verður uppritið latið almenninginum, sigur hann.
Fjølmiðlarnir skulu ikki
hugsa um trúnaðin
Sjónvarp Føroya hevur, sum hini fjølmiðlarnar, borið upplýsingar úr uppritinum.
? Tá uppritið varð latið uttanlandsnevndini, settu vit okkum í samband við onkur fólk fyri at fáa týðandi upplýsingar úr uppritinum, og tað eydnaðist eisini, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í SvF.
? Okkara uppgáva er ikki at halda tætt við slíkum upplýsingum, tí vit hava ikki fingið tær í trúnaði. Hinvegin skulu vit leggja okkum eftir at fáa fatur á øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri almenningin, og viðgera tær journalistiskt.
Í SvF hava tey tosa um, hvat tey skulu gera við uppritið. Um tað yvirhøvur er rætt at bera upplýsingar úr tí, tí tað er ein partur av samráðingunum við danir, men har varð niðurstøðan, at upplýsingarnar úr uppritinum hava samfelagsligan týdning, og uppgávan hjá fjølmiðlunum er at upplýsa fólk um øll týðandi mál.
? Tað kundi verið líkt til, at uppritið er snikkað soleiðis til, at tey, sum hava skrivað tað, hava tikið hædd fyri, at tað kundi leka út. Har er einki kollveltandi í tí, men heldur eitt samankók av tí, sum hevur verið frammi áður, sigur Øssur Winthereig.
Hóast uppritið er latið fólki í trúnaðin, er tað onkur, sum hevur latið upplýsingar úr tí.
? Eg eri glaður fyri, at tað eru summi, sum vilja lata upplýsingar til fjølmiðlarnar, tí tað gevur nakrar góðar og týdningarmiklar søgur. Tað er ikki bara galdandi í hesum málinum, men í nógvum øðrum eisini, sigur Øssur Winthereig.
Og soleiðis heldur stríðið fram millum fjølmiðlarnar og politisku skipanina um uppýsingar fram. Og ofta er ein leki grundarlagi undir, at týðandi mál verða borin í fjølmiðlunum.