Í teimum sokallaðu hjartasorgarsøgunum er tað vanliga brúðurin, sum í evsta tíma sigur nei til at giftast, men nú um dagarnar hendi tað øvugta í einari kirkju í Italia.
Tá presturin spurdi brúðgómin, um hann vildi giftast við gentuni, sum stóð undir liðini á honum, svaraði hann nei. Tað elvdi til sannan ruðuleika og bardaga, tí skyldfólkini hjá gentuni gjørdust í øðini inn á brúðgómin og næstringar hansara. Ikki fyrr enn løgreglan kom uppí, eydnaðist tað at skilja partarnar sundur.
Tann 36 ára gamli brúðgómurin bleiv fyri stuttum einkjumaður. Hann hevði als ikki hug at gifta seg aftur enn, men skyldfólkini hjá gentuni noyddu hann til altarið, greiddi hann frá. Brúðurin gavst tó ikki so, skriva italsk bløð. Hon fekk brúðgómin við sær eina ferð til París, og har samdust tey um at fara fyri altarið eina ferð afturat. Og brúðgómurin skal hava lovað, at hesaferð fer hann at siga ja.