Klokkan 03.30 nýggjársnátt, var boðað frá bardaga á Manhattan. Løgreglan kom á staðið at skilja partarnar, og teir góvust beinanvegin løgreglan kom.
Vakthavandi sigur, at teir sjáldan gera nakað meiri við tílíkar bardagar, tí oftast eru partarnir líka góðir um tað.
? Tað kemur fyri, at vit koyra annan partin til hús, fyri at skilja teir sundur. Men tað er upp til innblandðau partarnar, um teir vilja meldað hin fyri harðskap. Oftast vilja teir ikki tað, tí teir sláa sum oftast báðir, greiðir vakthavandi frá.









