Hesaferð vóru tað limir í ukrainska tjóðartinginum, sum brustu saman undir einum orðaskifti um kreppuna har eysturi í landinum og tað niðurskotna flogfarið.
Bardagin byrjaði, tá meirilutin av tingmanningini atkvøddi fyri at senda fleiri túsund hermenn eystureftir fyri at fáa enda á bardøgunum har.
232 av teimum 450 tinglimunum atkvøddu fyri, men øði kom í grindina, tá menn í minnilutanum ákærdu meirilutan fyri at senda hermenn í kríggj ímóti ukrainum. Tað vildu hinir ikki hava sitandi á sær, og so var alt í einum ruðuleika, til tað eydnaðist teimum meiri siðiligu at sissa hinar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at bardagi er í ukrainska tinginum. Tað sama hendi í 2010 og í 2012.










