Leygarmorgunin fóru tveir mans til hendurs í miðbýnum. Ein triðji legði upp í og endin var, at ein av teimum trimum datt. Hann var koyrdur á Landssjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at beinið er brotið í fleiri støðum. Viðkomandi liggur enn á sjúkrahúsinum.
Vakthavandi á politistøðini vil ikki siga, hvønn leiklut hesin, ið datt hevði, hvørt hann var ein av teimum, sum var í hornatøkum ella tann, ið legði upp í. Hann sigur tó, at vitni eru avhoyrd í málinum og at fleiri avhoyringar verða gjørdar komandi dagarnar, og tískil vil hann ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.