Hóast lítið av fólki var í býnum í Havn fríggjakvøldið, endaði kvøldið heldur buldraliga hjá onkrum.
Á Maskinmeistaraskúlanum endaði ein veitsla við bardaga og herverki, har onkur hurð o.a. fór í sor.
Sama kvøld fekk politiið fráboðan um, at ein persónur var illtonktur fyri at hava framt fíggjarligan undandrátt. Persónurin hevði keypt fimm kartengur av sigarettum í eini kiosk og skriva tær uppá eitt fiktivt felga. Tað eydnaðist politinum rættiliga skjótt at fáa fatur á persóninum, sum framvegis hevði tríggjar kartengur av sigarettum uppi á sær. Hann verður nú skuldsettur fyri fíggjarsvik.
Leygarmorgunin varð aftur boð eftir politinum, tí ein maður hevði gjørt seg inn á tríggjar bilar í Nólsoyar Pállsgøtu.
Sama morgun vóru tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Í øðrum tilburðinum var bilurin ikki skrásettur, og hartil hevði bilførarin 0,2 g av hash uppi á sær. Umframt at verða skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, verður hann eisini skuldsettur eftir lógini um euforiserandi evni.
Leygardagin á døgurða boðaði ein maður politinum frá, at onkur hevði rent hansara bil inn í ein betonggarð í grannalganum um náttina. Ongin lykil var í bilinum, so onkur hevur eftir øllm at døma ætlað sær at rulla bilin í gongd.