Bardagi á skeinkistaði

Eitt einkult harðskapsmál í Havnini er tað einasta, sum løgreglan hevur havt at gjørt í dag

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at náttin hevur verið sera friðarlig. Einans eitt harðskapsmál hevur kravt teirra íblandan. Talan var um tveir mans, sum vóru farnir til hendurs í einum skeinkistaði í Havnini. Nøkur sløg eru fallin, og annar maðurin hevur valt at meldað hin fyri harðskap.

 

Løgreglan sigur, at teir hava kannað málið og skrásett tað sum eitt harðskapsmál, og málið gongur tí sína gongd víðari.