Ukrainski herurin heldur tekin vera um, at russiskar herdeildir nú herða stríðið um eystara partin av landinum.
Sagt verður, at bardagarnir í næst størsta býi landsins, Kharkiv og í Donetsk-regiónini, eru vorðnir harðari.
Í dag frættist eisini, at ST leggur ætlanir um at skipa humaniterar flutningsleiðir inn í Luthansk-økið.
Tað upplýsir neyðhjálparsamskiparin hjá ST, Martin Griffiths, sambært Reuters í dag.