Umleið 30 fólk hava latið lív í nátt í bardøgum millum Hamas og Fatah. Vápnaðir menn hjá Hamas tóku í gjárkvøldið forsetaskrivstovurnar í Gaza býi, og harvið misti Fatah sína seinastu støð í geiranum.
Í nátt breiddi ófriðurin seg til Vestara Áarbakka, tá limir í Fatah beindu fyri einum Hamas-limi, skrivar Reuters.
Nú Hamas hevur tikið eftirlitið við Gaza-geiranum, eru palestinar í veruleikanum býttir sundur. Fatah hevur valdið á Vestara Áarbakka, meðan Hamas hevur tikið ræðið í Gaza-geiranum.