Bardagar um týðandi oljubý í Libya

Síðani í morgun hava harðir bardagar verið við libyska oljubýin Brega millum uppreistrarmenn og stjórnarhermenn hjá Muammar Gaddafi. Tíðindastovurnar skriva, at uppreistrarmenninir hava brotið seg ígjøgnum verjugarðin hjá stjórnarhermonnunum, sum hopa undan. Tí er líkt til, at uppreistrarmenninir fara at royna at fáa eftirlitið við býnum, sum hevur eitt stórt og sera týðandi oljureinsiverk.

Eygleiðarar siga, at umleið 3.000 stjórnarhermenn eru í miðbýnum í Brega, og sum skilst hava teir biðið um hjálp úr høvuðsstaðnum Tripoli.

Uppreistrarmenninir hava havt ræðið á Brega fyrr, men stjórnarherurin tók býin aftur. Nú bendir alt á, at uppreistrarmenninir taka hann aftur, og tað verður roknað sum ein sera týðandi sigur, skrivar Reuters.