Bardagar um listaframsýning

Í Tunesia gingu fleiri hundrað fólk mótmælisgongu í dag einari einari listaframsýning, sum eftir teirra tykki spottar islam. Myndugleikarnir stúra fyri, at mótmælini fara at vinda upp á seg, og teir hava tí lýst útigongubann í høvuðsstaðnum Tunis og sjey øðrum plássum kring landið. Útigongubannið kom í gildi klokkan átta í kvøld og fer úr gildi klokkan fýra í nátt.

Tað eru víðgongdir islamistar, sum standa aftan fyri mótmælini, sum endaðu við, at mótmælisfólk tveittu benzinbumbur eftir løgregluni og settu eld á bikdekk. Løgreglan legði uppí við táragassi og lurkum, og 97 fólk vórðu tikin.

-Tíverri vænta vit, at hetta fer at halda fram, og at uppaftur fleiri fólk verða tikin, sigur innanríkisráðharrin, Ali Larayedh, við fjølmiðlarnar.