Uppreistrarmenninir í Sýrialandi siga, at teir eru farnir undir tann endaliga bardagan, sum skal útvega teimum ræðið á býnum Aleppo, sum er tann næststørsti í landinum. Harðir bardagar hava verið um býin síðani fríggjadagin.
Bardagar eru eisini í høvuðsstaðnum Damaskus, og har hevur stjórnarherurin tikið nøkur øki, sum uppreistrarmenninir hava havt ræðið á. Tíðindastovurnar skriva, at stjórnarherurin brúkti stríðstyrlur í bardøgunum í Damaskus.
Teir seinastu dagarnar hava uppreistrarmenninir tikið nakrar støðir hjá stjórnarherinum fram við markinum við Irak og Turkaland. Samstundis hava turkar boðað frá, at teir hava flutt meiri herfólk til markið við Sýrialand.