Í minsta lagi átta turkiskir stjórnarhermenn og 10 kurdiskir uppreistrarmenn eru falnir í bardøgum í landssynningspartinum av landinum í morgun.
Guvernørurin í Diyarbakir sigur, at átta hermenn doyðu, og at 16 vórðu særdir, tá limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK lupu á eina støð hjá herinum tætt við markið til Irak og Iran. Sjónvarpið NTV sigur, at herurin sendi hermenn og tyrlur at reka álopsmenninar burtur.
Bæði ES og USA uppfata PKK sum ein yvirgangsfelagsskap. Felagsskapurin stríðist fyri einum kurdiskum stati í landssynningspartinum av Turkalandi, og síðani 1984 hevur stríðið kostað meiri enn 45.000 mannalív.











