Fyrrapartin í gjár dundu skotini í suðurrussiska býnum Naltjik. Sambært myndugleikunum vóru umleið 150 vápnaðir menn komnir inn í býin, har teir søktu at einari løgreglustøð, einum skúla og fleiri øðrum almennum bygningum.
Sambært tíðindastovuni Interfax hevði onkur boðað myndugleikunum frá frammanundan, og tað gjørdi, at tað eydnaðist at fáa børnini úr skúlanum, áðrenn álopsmenninir komu hagar.
Løtu seinni komu fleiri hernaðarakfør inn í býin, og so kyknaðu harðir bardagar ímillum álopsmenninar øðrumegin og hermenn og løgreglumenn hinumegin. Stutt fyri middag kunngjørdi Interfax frá almennum keldum, at minst 50 álopsmenn og tólv sivilfólk høvdu latið lív. Meiri enn 60 sivilfólk vórðu særd. Eisini ljóðaði, at álopsmenninir høvdu tikið nakrar løgreglumenn gíslar.
Russisku myndugleikarnir søgdu seg vera sannførdar um, at tað vóru uppreistrarmenn úr Kekenia, sum skipaðu fyri álopinum, men aðrar keldur vildu vera við, at bardagarnir byrjaðu, tá løgreglan handtók fleiri víðgongdar muslimar.
Naltjik er í lýðveldinum Kabardino-Balkaria, sum er stutt frá Kekenia. Næstan helmingurin av fólkinum eru karbadar, sum eru kaukasar. Umleið 13 prosent eru balkarar, sum er eitt turkiskt fólk. Bæði karbadararnir og balkarararnir eru muslimar. Umleið 32 prosent av fólkinum í Kabardino-Balkaria eru russar.










