Bardagar millum Teiland og Kambodja

Fleiri túsund fólk eru flýdd ella flutt burtur frá markinum millum Teiland og Kambodja, eftir at hermenn hjá teimum báðum londunum hava verið í bardaga teir seinastu dagarnar.

Londini berjast um, hvat teirra hevur rætt til eitt 900 ára gamalt tempul, sum er uppi á einum fjallatindi við markið. Í 1962 kom altjóða dómstólurin til ta niðurstøðu, at Kambodja hevur rætt til templið, men dómstólurin kundi ikki taka støðu til, hvat av londunum hevur rætt til økið rundan um templið.

Bardagarnir kyklnaðu fyri fýra døgum síðani og hava higartil kravt fimm mannalív. Tíðindastovurnar skriva eisini, at ein partur av templinum er illa farin í bardøgunum.

Val verður í Teilandi seinni í ár, og eygleiðarar halda tað vera hugsandi, at herurin fer at brúka bardagarnar við Kambodja sum umbering fyri at koyra stjórnina frá. Tað kann eisini henda, at herurin fer at taka valdið, og at valið verður avlýst.