Myndugleikarnir í Libya kunngjørdu í dag, at í minsta lagi 14 fólk hava latið lív í bardøgum har vesturi í landinum tað seinasta samdøgrið. Umleið 80 onnur eru særd.
Sagt verður, at bardagarnir hava verið nærhendis tunesiska markinum einar 100 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin Tripoli.
Í síðstu viku vóru harðir bardagar millum tveir ættarbólkar har suðuri í Libya, og fleiri fólk lógu eftirá. Har eydnaðist tað skiftisstjórnini at fáa partarnar at binda frið.