Bardagar í Kongo

Herurin í Demokratiska Lýðveldinum Kongo sigur, at hann hevur beint fyri minst 35 uppreistrarmonnum í bardøgum har eysturi í landinum. Teir harðastu bardagarnir hava verið í norðara parti av Kivu-landspartinum millum stjórnarhermenn og hermenn, sum styðja tutsi-generalin Laurent Nkunda. Fyri einum mánað síðani vóru ógvuliga harðir bardagar í hesum sama økinum, og tá flýddu 90.000 fólk frá húsi og heimi. Hildið verður, at umleið 300.000 fólk fjala seg í grannalondunum.