Minst 58 fólk eru deyð í ógvusligum samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir í Guinea. Ófriðurin kyknaði, tá fleiri túsund mótmælisfólk komu saman uttan fyri ítróttarvøllin í høvuðsstaðnum Conakry, har tey mótmæltu hernaðarstýrinum.
Tíðindastovan AP skrivar, at umleið 50.000 fólk vóru við í tiltakinum, og at mong teirra bóru skelti, sum kravdu demokrati.
Fleiri mótmælisfólk vórðu tikin, og tað ljóðar, at fleiri andstøðuleiðarar og tíðindafólk eru eisini tikin.










