Ein sýriskur mannarættindafelagsskapur sigur, at í Damaskus-býarpartinum Douma eru bardagar brostnir á millum stjórnarhermenn og hermenn, sum eru rýmdir úr herinum.
Samstundis sigur felagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights, sum hevur høvuðssæti í London, at fólk í tíggjutúsundatali eru í gøtunum í Douma, har tey mótmæla stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta og tess framferð ímóti mótmælisfólki.
Sagt verður, at fimm mótmælisfólk hava latið lív í býnum Hama, og at í minsta lagi 24 fólk hava fingið skaða í samanbrestum aðrastaðni í dag. Útlendsk tíðindafólk sleppa ikki til Sýrialands, og tí ber ikki til at fáa eina óhefta váttan fyri, at tíðindini frá teimum sýrisku felagsskapunum eru bein.