112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá fólk, og kanska serliga menn, eru í býnum, dámar teimum eftir øllum at døma ógvuliga væl at berjast. Í øllum førum, hevur løgreglan fleiri ferðir verið úti um vikuskiftið og sissað partarnar, tá lagt hevur verið upp til rok.
Leygarnáttina um klokkan 4 fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Havnargøtu, eisini kallað við Røntguna, í Havn. Ein persónur er álopin, og hevur fingið skaðar á høvdið. Løgreglan kemur á staðið, og álopni maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Tað vísir seg tá sum at maðurin hevur brotið eitt kjálkabein og møguliga okkurt annað eisini av snuddunum, hann hevur fingið.
Ein maður er handtikin í hesum máli, og er skuldsettur fyri harðskap.
Húsaófriður og rok
Vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at teir fleiri ferðir hava verið úti og koyrt um vikuskiftið.
- Eini fýra til fimm ferðirnar sunnunáttina vóru vit úti og máttu sissa partarnar, tá lagt var upp til rok, greiðir vakthavandi frá.
Umframt at hava verið úti og skilt partar fleiri ferðir, var løgreglan eisini boðsend til ein húsaófrið, har ein dempari mátti leggjast á støðuna.