Í bardaga ímóti húðkrabba

Í síðstu viku var Krabbameinsfelagi á fundi í Nordic Cancer Union, NCU, sum er eitt felag, har øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini eru limir.

Í løtuni hevur Føroyar formansskapin í NCU og á myndini eru umboð fyri øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini uttanfyri Norðuratlantsbryggjuna.

Nógv áhugaverd mál vóru á skránni á fundinum, eitt nú skuldi NCU velja formann til Vísindaligu nevndina undir NCU, sum árliga býtir út einar fimm milliónir krónur í stuðli til gransking í krabbameini í Norðanlondum.

Semja varð um at Johan Poulsen, føroyskur yvirlækni, skal verða formaður í Vísindaligu nevndini næstu trý árini ímeðan Føroyar hevur formansskapin í felagnum.

Umframt hetta var húðkrabbi á skránni. Húðkrabbi er vaksin við fullari ferð í Norðanlondum seinastu árini.

Orsøkin til hetta er, at vit ofta brenna okkum í sólini og brúka ov nógv solarium.

Talið av tilburðum veksur bæði fyri menn og kvinnur í Norðanlondum og einki týðir uppá, at talið av tilburðum fer at lækka. Tvørturímóti.

Í 2011 hevði Danmark tann ivasama heiður, at seta heimsmet í tilburðum av húðkrabba fyri kvinnur í aldrinum 15-39 ár.

Fyri at gera eina roynd at venda gongdini, hevur NCU gjørt av at stuðla einari verkætlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja húðkrabba í øllum Norðanlondum.

Í hesari verkætlan skulu øll Norðanlond, í samstarvi við ferðavinnuna og lýsingafyritøkur, arbeiða fram ímótir at fyribyrgja húðkrabba.

Hvørt limaland hevur valt sítt umboð til verkætlanina, og føroyska umboðið er Brynhild Høgnadóttir.

Næsti fundur í NCU verður í Føroyum tann 9. og 10. september 2012.

Um ein hálvan tíma fer at bera til at lesa á Portalinum, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í hyggju at seta bann fyri, at ung undir 18 ár skulu sleppa at brúka solarium