Barcelona vunnu greitt á Roma

AS Roma fingu tvey sjálvmál ímóti sær í kvøld. Og so var torført móti FC Barcelona, ið vunnu 4-1

AS Roma vitjaðu FC Barcelona í kvøld í fjórðingsfinalunum í Champions League.

Rómverjar trýstu Barcelona væl í fyrra hálvleiki, og kravdu eitt nú brotsspark uttan at dómarin lat við seg koma.

Barcelona komu betri við sum hálvleikurin gekk, og móti endanum av hálvuni høvdu teir trýst Romaleikararnar heilt aftur í egnan brotsteig. Í trunkaspælinum var Daniele De Rossi óheppin at senda bóltin í egið mál, so at Barcelona kundu fara til hálvleiks við 1-0 leiðslu.

 

Roma løgdu nógv fyri frá byrjan av seinnu hálvu, og misnýttu ein risastóran møguleika stutt eftir steðgin.

 

Í staðin vórðu teir revsaðir í hinum endanum, tá ið eitt inlegg stakk í Manolas, og endaði í málinum, so at støðan var 2-0 eftir tvey sjálvmál.

 

Roma førkaðu seg longur upp á vøllin, og hetta gav møguleika fyri mótálopum hjá Barcelona. Í einum slíkum var Gerard Piqué farin við fram, og kundi lætt seta bóltin í netið eftir at Allison hevði bjargað einum skoti frá Luis Suarez.

 

Ein lítil vón byrtist í rómverjum eftir 80 minuttir vóru leiktir, tá ið Edin Dzeko megnaði at seta bóltin í Barcelonamálið, men hon glógvaði ikki leingi.

Luis Suarez sløkti hesa vón, tá ið hann tók av einum møguleika, ið komst av at Romaverjan ikki gjørdi nóg nógv av, at sleppa sær av við bóltin inni í sekstanmetrinum.

 

Dysturin endaði sostatt 4-1 til FC Barcelona, og AS Roma kunnu í stóran mun takka sær sjálvum fyri at teir helst eru úti av ársins Champions League.