Barcelona vil ogna sær Coutinho

Spanski miðlar skriva, at katalanska stórfelagið við hava Coutinho á nýggjárinum

Sjálvt um flytingarvindeygað ikki letur upp fyrrenn á nýggjárinum, so eru nógvar søgur um keyp og sølu av fótbóltsspælarum í umfar kring Evropa.

 

Spanska blaðið "Fichajes" skrivar nú, at katalanska stórfelagið, FC Barcelona ætlar sær at ogna sær framrættaða, brasilska miðvallaran hjá Liverpool, Philippe Coutinho. 

 

Brasiliumaðurin hevur annars sáttmála við Liverpool fram til summarið 2020. 

 

Annars eru nógvir Liverpool-fjepparar heitir uppá, at tann sera dugnaligi týski venjarin Jürgen Klopp, fyrrverandi høvuðsvenjari hjá Borussia Dortmund skal gerast høvuðsvenjari hjá Liverpool, og helst skjótast møguligt. Nógvir Liverpool fjepparar hava sent boð til Klopp á teimum sosialu miðlunum, og hava heitt á týskaran um at taka við starvinum, sum høvuðsvenjari hjá Liverpool FC.