Barcelona vil leiga Neymar

Leysasøgur: Real Madrid og Juventus hava eisini eyguni eftir Neymar

Alt bendir á, at Neymar Jr skiftir felag í hesum flytingarvindeyganum. Fleiri miðlar skriva í dag, at FC Barcelona ikki hevur ráð at keypa brasilsku heimsstjørnuna aftur, men hevur í sinni at leiga Neymar í eitt ár, áðrenn eitt keyp er ein møguleiki.

Sky Sports skrivar, at Real Madrid hevur áhuga fyri Neymar, men hevur ikki rørt upp á seg enn. Í Madrid verður bíðað eftir samráðinum millum FC Barcelona og Paris Saint-Germain, sum ikki sita sátt um semju.

##med2## 

Nú er eitt triðja felag komið upp í spæl. Talan er um Juventus, sum hevur Cristiano Ronaldo í hópinum. Størsti trumfurin hjá Juventus er, at felagið hevur ein avloysara til PSG í Paulo Dybala.

Eitt tykist tó púra vist. Neymar Jr er troyttur av lívinum í franska høvðusstaðnum, París. Í samrøðu herfyri segði hann, at hasara stoltasta løta sum spælari var, tá hann saman við FC Barcelona vendi 0-4 til 6-5 móti PSG í Champions League.